Sangir og akkordir

821 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Nú kanst tú bert vera barn og ikki tæna

   Bb            C     F      Bb   F C
Nú kanst tú bert vera barn og ikki tæna.
   Bb       C    F       Bb   C
Nú kanst tú vera lítil – ikki stór.
A/C# Dm                F/A           C/Bb Bb
Ongi krøv til, hvat tú halda skalt og meina,
     Dm      Gm        F    C    F
ikki tú, sum skalt forsvara míni orð.

Nú kanst tú bert lata hendur tínar hvíla.
Halt ikki, tað er tú, sum leiðir meg, ikki tú,
sum styðjar meg tá stormar ýla.
Nei, minst til, tað eri eg, sum leiði teg.

Nú kanst tú bert vera veik, slepp tíni byrði.
Eg livi støðugt, sjálvt tá tú ert deyð.
Vandin er, tú gloyma mann títt stóra virði.
Hugsar mest um onnur, teirra sorg og neyð.

Nú kanst tú bert sleppa lurta uttan at práta.
Nú skalt tú ikki geva – tak ímót!
Tú kanst nevna alt, sum feilar, tú kanst gráta.
Eg vil troysta, geva frið tær við mín fót.

Eg rópi á teg, mítt barn, eg gevist aldri.
Eg elski teg, mítt barn, eg elski teg.
Tínar tænastur kann eg væl vera uttan,
men sum barn, mítt barn, er tú ómissandi.


            
Yrkjari: Sølvi Helén Hopland
Umsett: Marjun Thomsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-