C C# Dm G7 C
1. Nú er summartíðin gylta, hoyri fagran fuglasong,
C7 F G7 C
grasið stendur sveimandi og sóljuskrýtt.
C7 F E7 Am Em
Summardáin upp seg toyggir, fagurt er um bø og ong,
G7 Am Dm G7 C
og teg kínir milt um ennið lotið lýtt.
C7 F G7
Vit tær takka, kæri Faðir,
C E7/H
fyri ársins ljósu tíð fyri lýkku,
Am Dm G7
lív og lit um land og hav.
C G7 C
Mest av øllum tínum kærleika vit
F A7 Dm G7 Am
vilja gleðast í, og tær lova
Dm7 G7 C
fyri Sonin, ið tú gav.
2. Tjaldrið spennir sínar veingir og fer flaksandi framvið,
spógvin titar runt á teigum her og har.
Ternan verjir væl um ungar sínar: Lat teir fáa frið!
Lundin ytst á egg so spelkin brettir sær.
3. Seyður liggur trygt í haga – sæst um dalar og um skørð,
pollamjørkin rekur fram við fjallatrom.
Sólin kagar fram í glottum – setur lit á fjall og fjørð,
Og við sjóvarmálan damlar æðan tom.
4. Sólin setur –kvirra legst um land og kyrrindi um stund,
ljós er náttin, nú er logn á hvørji vág.
Eg má lova mínum Gudi, áðrenn eyga fer í blund,
fyri allan vakurleikan, ið eg sá.
Yrkjari: Øssur Berghamar
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir