D D/F# G D/A A D
1. Mín Hirði gó----ður Harrin er,
Bm E A
tí fattast einki mær,
D A D/F# Em A/C# D
til grønar fløtur le---iðir hann
Em/G D/A A D
og hvíldarvøtn hjá sær.
2. Hann lívgar mína troyttu sál,
og fram hann leiðir meg
á rættferðvegi, sær til prís
og æru fyri seg.
3. Um eg í deyðans skuggadal
enn niður fara má,
eg óttist ei, meg keppur tín
og stavur ugga tá.
4. Tú reiðir fyri mær eitt borð,
so fíggindin tað sær,
við olju salvar tú mítt høvd,
mítt bikar ov fult varð.
5. Bert gott og miskunn fylgja skal
mær allan lívsins dag,
og í Guds húsi eigi eg
í ævirnar ein stað.
Yrkjari: Frances Rouse & William Parton
Umsett: Victor Danielsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir