F C7 Dm c
1. Miss ikki mótið, mín vinur,
F Gm7 C7sus C7
tín dýrasti skattur tað er.
F/A Gm7 F C
Gud, sum er sálanna hirði,
Dm Gm7 C7 F
ein lærdóm vil geva tær her.
2. Handan tær tyngjandi gátur
og gerandis ørandi spæl
er ein, ið øllum man ráða,
hann vil hvørjum mansbarni væl.
3. Lær teg at biðja og bíða
og bíða og biðja hvønn dag.
Roðan tú hómar so blíðan,
tá náttmyrkur heldur avstað.
4. Krossur, á bak hann tær legði,
tín huga mót Harranum bar.
Lærdi tú rætt, tá tú segði:
Gud, tøkk, tú við lið mína var.
Yrkjari: Svend Rehling / Hilmar Jan Hansen 1990
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir