Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Mildi Jesus, tú, sum segði

     C           G        C
1. Mildi Jesus, tú, sum segði:
    G        C     G  C
>> Lat tey smáu koma her!<<
E     Am        G     C
Hendurnar tú á tey legði,
G       C          G   C
enn vælsignar teirra ferð,
         C/E    F        C
sjálvur vart í Harrans tempul
      C/E    F  G
borin móðurarmi á.
C                 G      C
Lær meg tær at fylgja eftir,
  G     C     G C
ganga tíni gøtu á!

2. Tú til dópin lætst meg bera,
meðan eg so lítil var.
Einki kann mær skaða gera,
tekur tú í hond á mær!
Hjálp, at tíðliga eg kann læra
her at lýða tíni orð,
so eg kann við mínum kæru
boyggja knø við altarborð!

3. Tá eg út í heimin fari,
aldri eina gangi eg.
Ver tú hjá mær, Harri kæri,
leið meg á tí rætta veg!
Lat mítt lív til gleði vera
fyri faðir, móður við,
so vit saman kunnu bera
lov og tøkk við tína lið

            
Yrkjari: F.M. Franzen og Nordahl Rolfsen
Umsett: Heri Tróndheim



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-