Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Meðan alt er kvirt (nr. 245)

D     A       D
Meðan alt er kvirt, eg
      E     A
bíði eftir tær.
D               G
Sig nú, Harri, við meg
 D       A7    D
tað, tú vildi mær.

	2. Meðan sálardýp mítt
gjølla tú nú sær,
hjarta, sál og sinn’ mítt
boyggjast fyri tær.
	3. Tíni orð, sum nerva,
ugga bera mær.
Tala nú úr erva;
sí, eg bíði tær.
	4. Orð, sum bera hvíld mær,
bert tú senda kann.
Tóma ílat hjá mær
fyll, so tostin svann.
	5. Lær meg alt at skilja,
sum tú, Gud, mær vil,
einki kunna hylja
trúar lampu til.
	6. Stillur, Gud, eg siti,
vendur, móti tær.
Sig nú, Harri, við meg
tað, tú vildi mær.

            
Yrkjari: E. May Grimes. Hans P. M. Mollerup.
Umsett: Chr. Høj.



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-