Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Mær er kensla í barmi (nr. 91)

D                         A         D
Mær er kensla í barmi, ið ei er mær von,
                       A           D
hon várinum líkist, tó vetur kring lon.
       A        D
Mær er kensla í sinni, 
   G         D
av sumri ber minni
    G   D/F# A
við fuglanna ljóð,
   G         D
tó grasið er gulnað, og fuglur 
       A7   D
mót havinum stóð.

	2. Mær er kensla í barmi, sum fróan meg ger,
sum lívgar mítt hjarta á ungmannaferð.
Mær er nakað í sinni,
eitt kærasta minni
við kertum og lag
frá móður, eg hoyrdi á jólum, 
tá sálmin hon kvað.
	3. Mær er kensla í barmi eitt barnaboð kært,
sum stjørnan frá Gudi, mær glógvar so bjart,
at greið gerst mín gøta
til frelsaran søta
við barnanna ljóð,
tó barnaár hvurvu sum fuglur, 
mót havinum stóð.
	4. So lat okkum hitta teg, høgtíðardrott,
um lokkur er gyltur, um hárið er grátt.
Tú vilt leið okkum vísa,
nú ljósini lýsa.
Og veit okkum frið,
tí aldri skal sløkna mín gleði, 
tá tú fylgir við.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-