1. Mót páskum ber, vit minnast teg,
ið gekk hin tunga krossarveg.
Hvør maður deyðadømdur var,
um krossin ei tú for oss bar.
2. Ei bjarging nøkur var at sjá,
um heimin allan myrkur lá.
Av himni Gud sá mannaneyð,
við Jesusi hann frelsu beyð.
3. Nú aftur vegur funnin er,
ið heim í faðirhúsið ber.
Getsemane var leiðin tann
og Golgata, har blóðið rann.
4. Takk fyri deyða, grøv og kross
í himni aftur vann oss pláss, –
so aftur Ádams falna ætt
fekk barnakor og sonarrætt.
5. Takk fyri frelsuverkið tað,
tú vanst oss langafríggjadag.
Ein nýggjan dag tú aftur ól,
nú lýsir páskamorgunsól.
Yrkjari: Hjalmar W. Høgnesen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir