G D G C
1. Mítt eyga sær eina særda hond,
G Em Dsus D
hon negld móti krossi er,
G D C G
og tó hon kvetti øll trælabond
Am D G
í døkkmyrku deyðaferð.
2. Mítt eyga sær eina særda hond,
har blóðið tað dýra rann.
Hon læt upp vegin til fríu lond,
har lívið í tær eg fann.
3. Mítt eyga sær eina særda hond,
tað, Jesus, var fyri meg.
Og lat meg hava teg mær í nánd.
Eg tilbiði, elski teg.
4. Eg veit, har heima á lívsins strond,
eg síggi teg einaferð.
Eg síggja skal tína særdu hond.
Hon sármerkt av naglum er.
Yrkjari: Trygve Bjerkrheim/ Hilmar Jan Hansen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir