Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Mína vegna Kristus doyði

    C     F   G7/D     C
1. Mína vegna Kristus doyði
F       C/E Am  D        G    G7
og reis upp úr deyðans blund’,
C      F    G7/D   C
biðjur fyri mær á Himni.
F     C/E Am Dm7  G7 C
Hetta er mín trygga grund.

2. Á Hans sáttargerð eg byggi;
blóðið reinsar enn um stund.
Hann fullgjørdi frelsuverkið.
Hetta er mín trygga grund.

3. Tann, sum trýr á meg, skal liva,
orðið er úr Jesu lund.
Fastur stendur hann sum fjallið.
Hetta er mín trygga grund.

            
Yrkjari: Trygve Bjerkrheim
Umsett: Olaf Rasmussen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-