A F#m Hm E A
1. Um friður sum flóðin skal fylla meg her,
F#m H E E/D
um stormur meg treingir og stríð,
A/C# D H/D# E
hvør enn er mín lutur, eitt veit eg tó vist,
A/C# D E A
at mín sál, hon er frí, hon er frí.
2. Um Satan meg treingir, um freisting er hørð,
tann vissa er sálini í,
at Jesus, hann veit tað, hans hjálp er mær nær,
at mín sál, hon er frí, hon er frí.
A E E/G# A
Hon er frí, hon er frí,
D E A
ja, mín sál, hon er frí, hon er frí!
3. Mín synd - á, hvør sæl henda vissa tó er! -
mín synd er til æviga tíð
út strikað, tí negld hon til krossin jú varð,
og mín sál, hon er frí, hon er frí.
4. Hjá mær er tað Kristus at liva, og skal
eg stríða hitt seinasta stríð,
so er sjálvur deyðin ein vinningur mær,
tí mín sál, hon er frí, hon er frí.
5. Men, Frelsari, grøvin er tó ei mín vón,
men koma tín skýggjunum í!
Við gleði eg nú síggi fram til ta stund,
tí mín sál, hon er frí, hon er frí.
Yrkjari: Horatio Gates Spafford, Philip Paul Bliss
Umsett: Victor Danielsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir