1. Mín Immanuel, mín Gud,
ríka himnagleði
fekk mín arma sál í lut
á tí dýra degi,
tá títt blóð á krossi rann,
og mær ævigt lív tú vann!
2. Himnaríkið tú mær beyð,
trygt í faðirfavni,
har er eingin synd og deyð',
sorg ei kenst av navni;
at eg eigi arvin har,
halgi andin váttar mær!
3. Dagur kemur, dagur fer,
aldar hond oss nemur,
frøiár tað við sær ber,
ævigt summar kemur;
tá hitt síðsta sólarris
lýsir heim í paradís!
4. Syng, mín sál, nú frøisang,
titri tár av gleði,
hørpuljóð við himnaklang
berst at mínum beði!
Tær, sum kalik okkum drakk,
Jesus, Jesus, ævigt takk!
Yrkjari: Hans A. Brorson 1765
Umsett: Jógvan Nolsøe
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir