E B E
1. Mín hirði góður Harrin er.
E/G# A Bsus B
Grasgóðum fløtum liggi á.
A B G#m7 C#m7
Til hvíldaráir trygt hann leiðir meg,
F#m7 Bsus7 B7 E
hann sál mína lívgar har.
Menn:
E B7 E
Ja, eg vil líta bert á teg.
E/G# A Bsus7 B
Ja, eg vil líta bert á teg.
A B G#m7 C#m7
Tín góðska allar dagar fylgir mær.
F#m7 Bsus7 B7 E
Tín náði meg leiðir heim
Kvinnur:
Líta bert, líta bert á teg.
Líta bert, líta bert á teg.
Allar dagar fylgir mær.
Tín náði meg leiðir heim.
2. Tú leiðir meg á rætta leið,
og fyri mær tú reiðir borð.
Av gleði flýtur yvir bikar mítt
og høvur mítt salvar tú.
3. Í dimmum dølum gangi eg,
tó einki ilt eg óttist tá.
Tín stavur og tín keppur ugga meg,
tí tú ert við mær hvønn dag.
Úr Sálma 23
Yrkjari: Stuart Townend (1996)
Umsett: Elsa Maria Fonsdal Mikkelsen (2017)
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir