Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Mín Gud, eg vil tær prísa (nr 32)

1. Mín Gud, eg vil tær prísa,
alt gjørdi tú mær væl!
Tú lætst mær vegin vísa
heim til tín himlasal.
Í freistingum og stríði
tú studdi væl mín fót;
ja, himlafaðir blíði,
tú gavst mær kraft og mót.
  
2. Mín Gud, eg vil tær prísa,
títt barn tú gloymi ei!
Títt halga ljós skal lýsa
mær bjart á lívsins leið;
ei letur tú meg villast
út á hin breiða veg;
ei letur tú meg spillast,
við hond tú leiðir meg.
  
3. Mín Gud, eg vil tær prísa!
Um lágt í synd eg fall,
tú vildi upp meg rísa,
eg kenna fekk títt kall;
tá iðran fylti barmin,
eg vendi mær til tín;
tú lyfti av mær harmin,
og sæl er sálin mín.
  
4. Mín Gud, eg vil tær prísa!
Tá lívið endar her,
tú vilt mær blíður hýsa
í tíni nýggju verð.
Í halgum himlabúgvi
tú veitt mær hevur stað;
tað fult og fast eg trúgvi,
og tí er sál mín glað.

            
Yrkjari: Mikkjal D. á Ryggi




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-