1.Lítla Guds barn, hvat sakar teg?
Faðir tín vísir tær himnaveg.
Hann er so ríkur, góður við,
trygt gongur tú við Harrans lið.
Gud havi lov.
2. Føði og klæði, hús og heim,
skulu Guds børn kenna sakn av teim?
Guds orðið føðir okkum øll,
børn eiga heim í faðirs høll.
Gud havi lov.
3. Fuglur í haga, urð og lund
syngur á morgni og kvøldarstund,
leitar sær stein á grønu ong,
svevur har søtt sum barn í song.
Gud havi lov.
4. Ikki hann veltir ella sá'r,
sankar ei saman for næsta ár;
tó, har sum bøndur líða neyð,
har finnur fuglur dagligt breyð.
Gud havi lov.
5. Blóman er yndislig at sjá,
virkar sær tó ongan klædnatráð;
og móti klæðum, sum hon ber,
drotningarbúni følin er.
Gud havi lov.
6. Blómur tær spretta, følna út,
ei manst tú meta tær, himna Gud,
móti teim kæru børnum smá,
sum fyri ásjón tíni stá.
Gud havi lov.
7. Lítla Guds barn á foldum her,
halt tú teg at tínum faðir nær,
spyr um hans makt og kærleik við,
lít tú á hann og hvíl í frið.
Gud havi lov.
8. Føði og klæði faðir vár
gevur í morgin tær sum í gjár;
og tá tú svevur deyðans blund,
arvar tú dýrd hans somu stund.
Gud havi lov.
Yrkjari: Nikolaj F. S. Grundtvig 1855-56
Umsett: Símun av Skarði
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir