C G C G
1. Lovið Gudi, sól og máni,
C G C C C G
allar stjørnur himni á!
Am Em F C Am
Lovið Gudi, himnahválvið,
Dm G C G7 C
sum so gylt eg mangan sá.
2. Lovið Gudi, vatnið, havið,
vakurt havi eg teg sæð.
Lovið Gudi, gras og steinar,
blómur, trø og minsta fræ.
3. Lovið Gudi, fjøll og heyggjar,
dalar, bakkar áir, gil.
Lovið Gudi, allir fuglar,
syngið lov, sum Gud tað vil.
4. Lova Gudi, tú Guds Kirkja,
sangur berst um land og hav.
Børn í øllum londum takka fyri tað,
Gud okkum gav.
5. Lovið Gudi í hans kirkju,
millum okkara hann er,
gevur okkara gávur góðar,
signar okkum lívsins ferð.
Yrkjari: Anders Frostenson
Umsett: Heri Tróndheim
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir