1. Lovaður veri tú, Jesus Krist!
Menniskja ert tú vorðin vist,
borin av frúnni, rein og fríð,
einglar syngja boðini blíð.
Gud havi lov!
2. Einkarsonur Gudfaðirs sat
hátt á himli men verðin græt!
Hjálp til jarðar hann bera vil,
menniskju hann seg skapar til.
Gud havi lov!
3. Borin vart tú at bjarga mær,
moyggin Maria móðir tín var,
meira enn verðin var veldi títt,
reivast tú tó sum barnið blítt.
Gud havi lov!
4. Himnaljósið at lýsa tók,
ljósan gjørdi hvønn lítlan krók.
Áður lá tungt hin langa nátt,
nú vórðu ljósins børn vit brátt.
Gud havi lov!
5. Himnasonurin, maður, Gud,
fekk á jørðina harðan lut;
hátt vit háðaðu henda mann,
hann okkum veg til himmals vann.
Gud havi lov!
6. Ongar ognir hann átti sær,
sálarhjálp hann tó við sær bar;
hann gjørdi okkum reyst og rík,
vit skulu verða einglum lík.
Gud havi lov!
7. Okkum hevur hann dýrt betalt,
reinur kærleiki var tað alt.
Sig honum tøkk, hvørt mannamál,
um allar ævir, hvør kristin sál!
Gud havi lov!
Yrkjari: Týskur sálmur úr 15 øld - v. 1. Martin Luther 1524
Umsett: Absalon M. Joensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir