D G/D A D
Leið, milda ljós, ígjøgnum tokukleim,
A /7 D
lýs tú mær leið!
Hm7 G A F#
Nú kom hin svarta nátt og langt er heim,
A D
lýs tú mær leið!
A A7 D A D
Leið tú mín fót, at síggja allan veg
G Em A G D
mær tørvar ei, við eitt stig hjálpist eg.
2. Slík bøn mær fyrr ei altíð kom í hug:
Lýs tú mær leið!
Eg vildi sjálvur greiða veg, men nú:
lýs tú mær leið!
Mín trá til heimin stóð, mín sál var stríð
og hugmóð stórt, – o, gloym ta vándu tíð!
3. Tín hond ei slepti mær, eg veit tað væl,
hon leiðir meg.
Um stíggj og fjall og dal eg ganga skal,
heim komi eg.
Tá nátt er av, um ljósa morguntíð,
tá heilsa mær tey eingla andlit blíð.
Yrkjari: John H. Newmann 1833.
Umsett: Jacob Dahl.
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir