1. Latum okkum øll nú syngja,
syngja glað og fró um hann,
einki meir skal okkum tyngja,
Jesus yvir deyða vann.
Jesus deyður fyri meg,
Jesus, Jesus elskar meg.
2. Jesunavnið eina gevur
frið í særdu sál og sinn,
Jesus er tað, sum nú hevur
opnað veg til himmals inn,
tá ið hann á krossins træ
leið og stóð upp triðja dag.
3. Latum okkum øll nú syngja
lovsong glaðan fyri tað,
at hann vann, ei longur syrgja,
men sum Guds børn altíð glað.
Jesus, Jesus, lovsongslag
syngja nú og hvønn ein dag.
Yrkjari: Gunhild Waag
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir