D A
»Latið børnini koma, ja, koma til mín!«
D
mælti frelsari vár hina ferð.
G D
Hesi orð hava mátt, hava mátt enn í dag,
A D
ja, so leingi eitt barn er í verð.
D
Ja, vit øll eru glað,
A
Ja, vit øll eru glað,
D
tí at Jesus vár frelsari er,
G
okkum tekur í favn,
D Bm
okkum førir í havn,
Em A D
tá várt lív her á fold endað er.
2. Vit tí fegin her sita og hoyra hans orð,
at hann frelsu og frið okkum vann.
Okkum nevnir við navn’, okkum tekur í favn,
og vár trúgvasti vinur er hann.
3. Hjálp oss, Jesus, so altíð vár hugur er til
tær at tæna og elska teg her,
at vit øll fáa bú í tí himmalska stað,
har sum sorgin og neyðin ei er.
Yrkjari: Kristina Toftegaard
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir