Sangir og akkordir

858 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Kvøldið breiðir sínar veingir (nr 134)

1. Kvøldið breiðir sínar veingir
víða yvir Kedrons á,
stormur kvøður sorgarsangir
har um fjall og skógv og gjá.
Út um ánna stígur kongur,
deyður er nú mannasongur,
hosianna er nú gloymt.

2. Men tað høga sálareyga
hina somu múgvu sá
leggja á seg kápu reyða,
notukrúnu høvur á:
Krossfest hann! Lat henda fara,
fyri blóði hans vit svara! 
Og hann fjáltrar, sveittar blóð.

3. Fyri gløggum eyga standa
krossardeyði, nátt og grøv,
Harrans lið í neyð og vanda,
náttarvakt á enninøv 
til sín faðir hann sær vendir,
rættir upp tær reinu hendur:
Faðir, kanst tú eira mær!

4. Meðan meistarin hin góði
bað við angist seint á nátt,
allir lærusveinar svóvu
uttan fyri deyðagátt;
einsamallur bar hann vanda,
óttaðist í sál og anda
einans í Getsemane.

5. Bønin hoyrdist; einglaskarin
veitti honum sálarbót;
síðsta freistingin var farin,
steypið tømdi hann við mót,
bardagin var liðin, vunnin,
deyðaóttin burtur svunnin:
Faðir, verði vilji tín! 

            
Yrkjari: Gudmund Bruun




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-