Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Kvirrur eg siti her orð títt at hoyra (nr 11)

1. Kvirrur eg siti her orð títt at hoyra,
orðið, sum tú nú vilt tala til mín.
Harri, eg biði teg: Opna mær oyrað
og lat mín hug vera vendan til tín
so at tað orðið, sum tú nú vilt tala,
djúpt tað má treingja í hjarta mítt inn
varðveitast væl eins og sáðkorn, ið næla,
og bera ávøkst í lívi og sinn’!

2. Orð títt er ríkt, Harri, opna mær eygað,
at ríkidømið eg gjølla kann sjá,
at mínar syndir, sum blóðið hitt reyða,
hvítar sum kavi hjá tær eg kann fá!
Alt, ið tú gevur, og alt, ið tú játtar,
opna mítt eyga, at eg tað kann sjá;
lat meg ei gloyma, at sjálvur tú váttar,
tú ert so ríkur, at øll kunnu fá!

3. Orð títt er sterkt, lat meg styrji tess kenna,
sterkastu leinkjur væl bróta tað kann,
reisa hin falna, so at hann kann renna
fróur og boða um frelsu, hann vann!
Harri, eg uppaftur á teg man heita:
signa mær løtuna, anda tín send;
lyftið, tú gavst teim, ið biðja og leita,
halt nú og andlit títt móti mær vend!

            
Yrkjari: Chr. Høj.




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-