Sangir og akkordir

864 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Krist tú á krossinum bart á tær (nr 144)

1. Krist, tú á krossinum bart á tær
menniskjans synd og neyð!
Krist, tú á krossinum keypti mær 
frælsi frá dóm og deyð!
  
2. Har við tín kross rætti himna Gud
hond til ta falnu sál;
har við tín kross fann eg dýran lut:
lívið og lívsins mál!
  
3. Krossur er sigurs– og frelsutekn,
troystin til tyngsta harm;
krossurin smyrsl er og gróðrarregn
yvir ein særdan barm.
  
4. Krossurin bót fyri misbrot er,
sannleikans grund til frið;
ótaldir syndarar funnu her
frelsu um ævir við.
  
5. Heimurin háðar nú krossins træ,
leikar á syndaslóð.
Her finna syndarar lívdarstað,
reinsan í Jesu blóð!
  
6. Illskapar drottur mær frælsi beyð
– krossurin dró meg tá,
veitti mær bjarging úr syndaneyð,
dró meg frá heimsins trá.
  
7. Dýrasti Kristus, títt navn meg ber,
er mær eitt náðiborð,
ætli mær einki av vita her
uttan títt krossarorð.

            
Yrkjari: Jørgen P. J. Santon 1914
Umsett: Edm. í Garði



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-