1. Krist, lambið Guds, tær heiður ver'!
Guds einglar syngið hátt
og honum kongakrúnu ber'!
Ja, krýnið, krýnið, krýnið,
himna kongason!
2. Tú vitniherur, sum so balt
í deyða sigur vanst,
við Harrans trónu standa skalt!
3. Tú Ísrael av Ísai rót,
tín runnur rann við sól,
hann monnum frelsu beyð til bót.
4. Tú barnaskari hans úr verð,
á krossi loystur út,
í himni honum lov nú ber!
5. Úr øllum ættum hvør ein tjóð,
sum Jesus fevndi her,
nú hevjið upp eitt takkarljóð!
Yrkjari: Edward Peronet 1779
Umsett: Saloman J. Joensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir