E H E
1. Kring Harrans Himna-trónu stendur skrýtt
H E E7/D C# F#m
hitt frelsat lið av øllum tjóðum,
A/H A F# H
fólkasløgum, tungumálum við. Tey syngja:
E C#m F#m H7 E E/F# E/G# A E/H Hsus H7 E
“Halgur, halgur, halgur er vár Harri Gud!”
2. Og øll tey bera búnan tann,
ið skínur eins og mjøll,
tí alt má vera lýtaleyst í Himna halgu høll.
Tey syngja: “Halgur, halgur, halgur er vár Harri Gud!”
3. Hvør er tó hesin skari tann, ið syngur sigursljóð?
Jú, tey, sum Jesus keypti leys við sínum dýra blóð
Tey syngja: “Halgur, halgur, halgur er vár Harri Gud!”
4. Kring Harrans trónu savnast øll í Himins mikla her,
lovsyngjandi um ævir hátt, at Gud vár góður er!
Tey syngja: “Halgur, halgur, halgur er vár Harri Gud!”
Yrkjari: Annie Munch
Umsett: P.J. Sigvardsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir