1. Eg trúgvi á mín faðir, Gud,
sum skapti alt, sjálvt minsta lut.
Hann valdar himli, valdar jørð,
og gevur lív til alt sum grør.
2. Eg trúgvi á Guds son, Gud Krist,
sum hjá mær ynskir innivist.
Til navn hans doyptist eg ein dag,
eg frelstur varð - ei skilji tað.
3. Eg trúgvi á Guds Anda við,
sum veitir trúnna, styrji, frið.
Hann hjálpir mær at liva so,
sum bíbilbókin gevur boð.
4. Eg avnokti tí Djevulin,
og alt tað illa, sum vil inn.
Tað “góða stríð” bert vinnast kann,
tá ið eg søki frelsaran.
5. Eg út í lívið fara kann,
Gud faðir, Sonur, Andin man,
varðveita meg dag eftir dag,
Eitt betri lív ei finst enn tað.
6. Eg syngi Gudi hjartans takk,
at kærleiki hans til mín rakk.
Hann fyrigevur og er við,
hvønn nýggjann dag við mína lið
Yrkjari: Torleif Johannesen - Lag: Ámundur Berthelsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir