1. Kom út til Golgata og hygg,
har Jesus hanga man,
kom nú, bert á hans lyfti bygg,
hann eina frelsa kann!
:,: Hann kann frelsa, :,:
hann kann frelsa teg,
:,: o, bert trúgv tí, :,:
hann vil frelsa teg!
2. Hav Jesus við, hvar enn tú fer,
tí tá tú síggja skal,
hann frið í hjartað við sær ber,
hann vil tær altíð væl.
3. Ver honum trúgvur nátt sum dag,
um sál tín móð enn er,
við krossins træ er hvíldarstað,
til sigurskrans tú ber.
4. Um verðin teg enn hata vil,
tó Jesus elskar teg.
Minst til, mín vinur: um eitt bil
í ský hann sýnir seg!
Yrkjari: Hans C. Hansen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir