Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Kom við, kom við til lívið! (nr 710)

         G                C
1: Kom við, kom við til lívið!
     G            D
Tað kongur konga er,
      G          C
sum ungar sálir kallar
     G      D    C
upp í sín ljósa her.
     D              G
Og villig fram vit møta
     Am            D
sum døgg í halgum skrúð. 
      G           C
Vit vilja byggja ríkið
    G    D    G
og tæna Gudi nú.

2. Kom við, kom við til lívið!
Gev Gudi ungdómsár!
Tá fært tú kraft, so syndin 
ei ber tær ólívssár.
Tá livir tú í ljósi
ímillum ljósins børn
og ber so frukt, ið búnast 
sjálvt gjøgnum heystaródn.

3. Kom við, kom við til lívið,
til ljósa himmalland,
har synd og sorg ei finnast,
og slitið deyðans band!
Vit koma, ja, vit koma,
vit koma, Jesus, við
til lívsins ljósa summar,
til ævigt lív og frið.


            
Yrkjari: Alex Andersen
Umsett: Edm. í Garði



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-