D A/D
1. Kom, andi Guds, vís okkum vegin,
D A/D G/D D
fylg okkum, so vit ganga fegin,
D E/D A/C#
halt okkum smala vegnum á,
D A D A/E E A
so óskadd heim vit kunnu ná’.
D A D Asus A
Kom, andi Guds, og okkum leið,
D/C G/B D/A A D
so at vit burtur villast ei.
2. Kom, andi Guds, og køv hvønn neista,
sum vil til illgerð okkum freista,
ger sorgtyngt hjarta frískt og lætt,
stýr okkum, so vit virka rætt.
Kom, andi Guds, ger okkum sterk
og fús at fremja góða verk.
3. Kom, andi Guds, lat myrkrið dvína,
lat okkum kenna megi tína,
rek syndamyrkrið okkum frá,
lat ljós títt skína okkum hjá.
Kom, andi Guds, og okkum lýs,
ger okkum sonn, ger okkum vís.
Millumspæl
D G/B Fm7b5 Bb7sus
Eb Bb/Eb
4. Kom, andi Guds, við makt og veldi,
Eb Bb/Eb Ab/Eb Eb
fyll okkum heilt við halgum eldi,
Eb F/Eb Bb/D
so fús títt verk vit fara til
Eb Bb Eb Bb/F F Eb
og virka so, sum Gud tað vil.
Eb/Bb Bb Eb/Bb Bb
Kom, andi Guds, birt ljósið bjart,
Eb/Db Ab/C Bb Eb
lat síggjast, tú við okkum vart.
Yrkjari: Hans M. Jacobsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir