G           C /E  C/G  G
1. Jólaklokkan aftur rin--gir,
D7     Em  C6  Am     D
kallar øll til kirkju brátt;
G   D/F#  C/E  G   C6  A/C#   G/D  D
lat nú    alt, sum hjar---tað tyn--gir,
Em  E/D  C6  Am   G/D  D  G
hvørva   burt sum myr--ka nátt.
 
2. Stjørnur yvir okkum lýsa
bjart sum hina jólanátt,
vilja okkum vegin vísa
til Várharra ljósa slott.
 
3. Jesusbarnið føtt í fjósi
barnaeygað sær so bjart,
jólaboðið, jólaljósið
treingja gjøgnum hjartað hart.
 
4. Gongur tú á trongum vegi,
bangnir tankar treingja inn,
einki kann sum jólagleði
lýsa upp títt myrka sinn.
 
5. Hoyr hin væna einglasongin
ljóða við hvørt klokkuslag,
tá skal vónin lætta veingin
rætt sum fyrsta jóladag.
            
            
                
                Yrkjari: Jakob Jakobsen
                                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir