Sangir og akkordir

847 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Jesus um teg vil eg syngja (nr 42)

1. Jesus, um teg vil eg syngja,
tú, sum úr leinkjum meg loysti,
tú, sum av deyða meg reisti,
lær meg at syngja um teg.

2. Nú eru bondini slitin,
Jesus nú býr mær í hjarta,
horvin er náttin hin svarta,
Jesus er ljós mítt og lív.

3. Við míni hørpu eg siti,
glaður í veingjanna skugga,
fyrr kundi einki meg ugga,
nú hevur hjarta mítt frið.

4. Nú kann eg Jesusi lova,
nú kann mín sál honum prísa,
hjarta mítt ynskir at vísa,
øðrum hans kærleik og mátt.

5. Tá so mín tíð er at enda,
í hesum skugganna dali,
tá skal í himmalsins sali,
betur eg syngja hans prís.

            
Yrkjari: Danskur
Umsett: Victor Danielsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-