Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Jesus, takk, tú komst

      D    H7      Em           D
1. Jesus, takk, tú komst her niður,
Em      A        G    A   D
Jesus, takk, tú komst til mín!
D      H7    Em             D
Jesus, takk, hjá tær er friður, 
Em      G       A              D
Jesus, takk, at eg kann verða tín!

2. Tú mítt eitt og alt ert vorðin,
einki kann eg uttan teg.
Tú, sum barn í heim vart borðin,
leið og doyði fyri meg.

3. Synd og misgerð mín er tváað,
frígjørd sálin syngur glað,
og tú sigur, eg skal náa
Himmalin, hin fagra stað,

4. Jesus, takk, tú komst her niður,
Jesus, takk, tú komst til mín,
Jesus, takk, hjá tær er friður,
Jesus, takk, at eg kann vera tín!

F#/D     Em/D D  F#m/D   Em/D   D
Heilt ei fati eg verk títt fyri meg,
      Em      F#m        A
men takk, tú gavst mær trúgv,
F#m/D Em/D   D
Í mær festi búgv!

            
Yrkjari: Hildibjartur Højgaard




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-