D Dmaj7 D7 F#7
1. Jesus, Jesus, lítla barnið
Hm G H7 G/E D G
kom til várt hjartað, lítla lon;
C H7 Em
frelsu, frið tú við tær ber,
G A7 D
bræðir kalda hjarta gler.
2. Hirðar sótu úti á,
eingla fjøld teir mundu sjá,
orð so góð teir lýddu á:
Jesusbarn í krubbu lá.
3. Vísmenn fylgdu stjørnu bjørtu fram,
teir í fjósi funnu hann,
Kongasonin, sum har lá,
honum lívið streymar frá.
4. Nú vit kunnu syngja øll so glað,
tí vit hava Jesus sæð.
Hann, sum er Guds gáva, ja,
kann umskapa nátt til dag.
Yrkjari: Tom Skaale
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir