Bm
Jesus, hitt einasta,
G A D
heilagsta, reinasta
Em F#m G F#m
navn, sum av menniskjavørrum er sagt,
Bm A D
fylling av dýrdleika,
Em F#m G
fylling av kærleika,
Bm Em D Bm
fylling av sannleika, miskunn og makt.
2. Mótstríðið hittir meg;
aldri tú fjónar meg,
tekur meg inn í tín fjálgandi favn.
Menniskju gloyma meg;
Harri, tú goymir meg
tætt við títt hjarta og nevnir mítt navn.
3. Harri, tú hoyri meg!
Harri, tú leiði meg,
hvussu og hvar tað so gagna mær má!
Lær meg at boyggja meg,
lær meg at laga meg
tær eftir vild mína tíð foldum á!
4. Tú ert tann einasti,
heilagsti, reinasti,
gev mær títt reina og heilaga sinn!
Hjálp tú úr vanda mær!
Bjarga frá grandi mær!
Før meg at enda til dýrd tína inn!
Yrkjari: Ole T. Moe
Umsett: Jacob Dahl.
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir