A
1. Jesus hevur bók í himli,
D A
har Guds børn øll standa í,
E A
børn úr øllum heimsins londum,
B7 E
børn við litaðari húð,
A
børn úr Kina, børn úr kongo,
D A
børn, ið eru litt sum tú,
D A
eg vil møta teim í himli
E7 A
og tey elska her og nú.
2. Jesus hevur stað í himli,
stað til øll, sum elska hann,
ongin munur millum føroyskt
og tað málið í Sudan.
Øll vit skulu syngja saman,
skulu syngja sama mál.
O, tann lovsongur á himli:
>> Jesus frelsir okkar' sál!<<
3. Jesus hevur kór í himli,
lovsongur skjótt runga skal,
gleðitár og takkarsangir
Jesus fær, sum gjørdi væl.
Sangin um hans blóð, sum tváar
hjartað hvítari enn snjó,
eg vil vera við at syngja,
syngja honum takkarljóð.
Yrkjari: Else Emanuelsen
Umsett: Roland W. Rasmussen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir