Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Jesus elskar hvørt eitt sorgtyngt hjarta (nr. 76)

A                                 D
Jesus elskar hvørt eitt sorgtyngt hjarta,
Bm       E/G#  E                A
hann vil fegin grøða hvørt eitt sár,
       F#m   A/C#         D
um teg hylur syndamyrkrið svarta,
         A/E   E7         A
hann vil fegin turka tíni tár.
       E                  A
Á, ein vin sum hesin sami Jesus!
        E/G#     Bm    E/A  A
Á, hvat gott tað er at eiga hann!
                            D
Á, ein vin sum tú, mín kæri Jesus!
      A/E     E7           A
Aldri ein sum teg eg finna kann.

2. Um eg átti alla heimsins gleði,
so er meir tann eina, tú mær gav,
um enn møtir mær øll heimsins megi,
ger hon einki, um tú ert mær nær.
Bert tær hendur, ið eg saman leggi,
hava styrki meir enn alt á jørð,
alt í bøn, ið fyri teg eg leggi,
maktar meir enn klandur, stríð og svørð.

3. Lat meg, Jesus, aldri frá tær víkja,
lat meg altíð hvíla hjá tær trygt.
O, eg veit, at ongan tú vilt svíkja,
ei tú brýtur tað, tú hevur bygt.
Nei, ein vin sum teg eg ei kann finna,
o, eg má, mín Jesus, elska teg,
rætt mær hond í stríð’, tá eg vil vinna
heilt har fram, hvar klárt eg síggi teg.

            
Yrkjari: Hans J. Glerfoss.




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-