1. Jesunavnið einans kann
heimsins frelsa vera!
Syngið tað úr hjørtum fram
ættum at kunngera!
Hvør enn svíkur, eitt er vist:
trúfastur er Harrin Krist',
– vinur vár vil vera.
  
2. Gevið honum ungdómsár,
hvørja stund vit liva;
spard tá verða so mong tár,
– sál ei nýtist biva.
Herja myrkurs herlið á,
veldis Gud er okkum hjá,
skapar trúgv úr iva.
  
3. Lýsir brátt í eystri hátt
sælur páskadagur;
hvørvur heimur, synd og nátt,
rísur Sions staður.
Góði Gud, tú gevi oss
himni í eitt náðipláss
– heima allar ævir!
  
            
            
                
                Yrkjari: Petur J. Sigvardsen
                                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir