Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Jesu rødd her ljóðar (Nr. 620)

E                          A            E
1. Jesu rødd her ljóðar, hann kallar enn í dag
                           F#          B        
frelsuna hann bjóðar heilt uttan viðurlag.
E                       A             E
Nú er alt tilreiðar, og nú er frelsan nær,
                             B      E
Jesus teg spyr nú: "Vilt tú fylgja mær?"

E                 A            E
Vilt tú vera við? Vilt tú vera við
                         F#          B
í tí ungdómsskara, sum fríur fer avstað,
E                   A           E
fylgir Kristi eftir í hans ferðalag,
                  C#m      B    E
Jesus teg kallar, vilt tú vera við?

2. Akurin er staðin, men fáir arbeiðsmenn,
vakna, brúka dagin, hví gert tú einki enn?
Mong í vanda bíða, kom, nú til verka far.
Jesus teg spyr nú: Vilt tú fylgja mær?

3. Jesus brátt vil savna til sína dýrd øll tey,
frelsuboð ei havna, men gera, sum hann beyð.
ert tú nú til reiðar, o, gev tó honum svar.
Jesus teg spyr nú: Vilt tú fylgja mær?

            
Yrkjari: Vilhelm Munk
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-