D A Bm D/F#
Ja, einaferð mítt eyga sær
G6 A D
mín kong í dýrdarskrúð;
D A Bm D/F#
og eg skal hann tilbiðja har
Esus E A
í hansar tempulbú.
G Em A D
Í krystalklárum ljósi tá
Em Bm Asus A
skal náttin brátt sín enda fá.
G Em F# Bm
Tá loyst er hvør ein gáta her,
G A D
og fagnarsong alt ber.
2. Og ævinleikans tónafjøld
skal brúsa sum eitt hav,
sum suð av loti summarkvøld,
ið gyllir himin av.
Og øll náttúran endurfødd,
har myrkrið alt er burturfløtt,
og alt tað vakra, eygað sær,
ein nýggjan ljóma fær.
3. Men vakrast verður tó at sjá
Guds lambið undurfult
við naglamerkjum krossi frá
í sigursljóma hult.
Tað lýsir meir enn nøkur sól,
tað lýsir upp Guds náðarstól,
og búnin, meg til jarðar bant,
ber brá í diamant.
4. Eg frelstur, fríur eri tá
og kenni sigursgleim.
Eg øllum stríði sleppi frá
og eri komin heim.
Tað heim, sum hvørjum lovað er,
sum krossin her við Jesus' ber.
Jerúsalem, Guds paradís,
vit syngja lov og prís.
Yrkjari: Karl Marthinussen
Umsett: Johs. Mortensen, 1990
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir