F F/E Dm Bb F
1. Jólasták og hugna dámar okkum væl,
F F/E Dm G C
brúka tíð og pengar nógvar uttan tal.
F Dm Bb
Ei vit mugu gloyma Jesus hesi jól,
F C B7 F
sum Gud faðir setti fram sum náðistól.
B7 F
Nú er jól, vit halda jól,
C B7 F
tí Harrin Jesus Kristus føddur var.
B7 F
Nú er jól, vit halda jól,
C B7 F
Syndir várar á Golgata hann bar.
2. Jesus fór úr himli, kom á hesa fold,
føddist her av kvinnu og var blóð og hold.
Eins og ein av okkum lív sítt livdi hann,
men á synd og deyða undurfult hann vann.
3. Jesus førdi okkum aftur heim til Gud,
offraði her lív sítt, so vit fingu lut
í hans dýra anda, likami og sál,
ríki Guds er vorðið stavnhald várt og mál.
4. Stødd í neyð vit vóru, rikin burt av leið,
uttan vón vit livdu, frið vit høvdu ei.
Men í Kristi blóði fingu vit Guds frið,
lut í lyftum Ísraels rættvísi og grið
Yrkjari: Ókendur
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir