Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Inni við krossin eg boygdi meg (nr. 356)

F                    Bb     F
Inni við krossin eg boygdi meg,
                    G     C
rópti á Jesus: »Miskunna mær!«
F                         Bb     F
Inn til sítt hjarta hann legði meg.
    Dm   C     F
-Prísið navni hans!

 Bb           F
Prísið navni hans
        Dm    G   C
Prísið navni hans
F                         Bb    F
inn til sítt hjarta hann legði meg.
    Dm  C      F
Prísið navni hans!

2. Kom nú til Jesus, kom hvør ein sál,
kom, lat ei synd køva lívsins mál.
Komið til hansar, sum alt ger væl.
Prísið navni hans!

3. Kom hvør ein sál, sum av synd er troytt.
Kom bert til Jesus, og alt er broytt.
Syndabond eru tá av tær loyst.
Prísið navni hans!

4. Kom hvør ein sál, syng av hjarta fró.
Syng fyri tíðindi sæl og góð –
Burt alla synd reinsar Jesu blóð. 1)
Prísið navni hans!

5. Lovsyngið Gudi av hjarta øll.
Songin lat ljóða um víðan vøll.
Inntil vit trína í himnahøll.
Prísið navni hans!

            
Yrkjari: Ør. 1+ 2 Ókendur / Ør. 3-5 Gunnar Reynslag
Umsett: Gunnar Reynslág hevur umsett tvey tey fyrstu ørindini og yrkt trý tey síðstu afturat



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-