C          G        C F             C/E   Dm  C
1. Ikki fall spurvur niður, uttan at Gud tað sá.
C          G      C   F               C/E  Dm  C
Ikki skal sálin doyggja, uttan Guds kærleika!
G                      C          F7/B   Am F
Ikki var blóman følnað, ei nakað tárið rann,
C         G      Am       F           G        C
uttan at Harrin veit tað, hann, sum alt kenna man.
2. Trúgv tí, tá stormar íla, berja hvønn vøkstur her!
trúgv tí, tá havið brýtur, skolar um sund og sker!
trúgv tí, tá verjuleysur tú mitt í stríði ert!
trúgv tí, tá einsamallur tú fram í iva fert!
3. trúgv tí, tá vónir bresta, alt um teg følna vil!
trúgv tí, tá ið tú missir, alt, tú vart góður við!
trúgv tí, tá alt tað ljóðsa hvørvur, og myrkt alt er!
Ikki fall spurvur niður! tað orðið Gud tær ber!
            
            
                
                Yrkjari: Ingeborg Prytz Fougner
                                Umsett: Heri Tróndheim
                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir