Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Ikki eg, men Kristus í mær

Intro:
C F/C C F/C

              C              F/C   
1. Ein gáva stór í Jesusi er givin
          C               Am   G
Tá himin gav, tað størsta givið er
              C                 F/C
Hann er mín gleði, rættvísi og friður
          C/G       G           C
Mín kærleiki, Hann frælsisanda ber
 
   Niðurlag 1
             F                  C/E
   Ígjøgnum alt mín vón er eina Jesus
             F       C/E       G
   Alt mítt lív, eg Honum geva vil
           C           Dm7         
   Tað er himmalsk og kært, 
          C/E       F
   eg vil kunngera hart:
        C/G         G    C
   Ikki eg, men Kristus í mær!
 
2. Tá náttin myrk er skal eg ikki óttast
Tí altíð trúgvur Hann mær gevur kraft
Í veikleika Hann kemur mær til hjálpar
Við Síni styrki loysir upp mítt haft
 
   Ígjøgnum alt mín Hirði vil meg verja
   Í djypsta dali leiðir tætt at Sær
   Tá so náttin er liðin 
   og sigur vunnin er:
   Ikki eg, men Kristus í mær!
 
3. Eg óttist ei, tá lagnan vil meg ræða
Mín framtíð bjørt, tí prísur goldin er
Við blóði Sínum skuldarbrævið strikað
Hann deyðan vann, úr grøv mær sigur ber
 
   Ígjøgnum alt mín synd er fyrigivin
   Jesus nú og altíð er mín borg
   Tá hann leinkjurnar sleit, 
   gav mær frælsi, eg veit:
   Ikki eg, men Kristus í mær!
 
4. Við mínum andadrátti vil eg syngja
Tí hann mær segði, hann meg leiðir trygt
Og hvønn ein dag, hann trúgvur vil mær fylgja
Heim til staðin Hann mær hevur bygt
 
   Ígjøgnum alt mín vón er eina Jesus
   Allar ævir æruna Hann fær
   Tá so skeiðið er runnið,
   eg komi á mál:
   Ikki eg, men Kristus í mær!
 


Uppr.: Yet not I, but through Christ in me

            
Yrkjari: CityAlight 2018
Umsett: Durita J. Jacobsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-