Forspæl: C – G/C – F/C – C – G/C – F/C
C G/C F/C
Hvat er tað, sum á jólum kveikir gløður,
Dm C/E C/G Gsus4 G
í stovu fløtt, ger hjartarúm so føgur?
C G/C Dm
Man tað við jólum, krubbu jólanátt,
Dm C/E Gsus4 G
tann káma stjørnan bara vera spott?
Am Em/G F C/E F
Nei, jólastjørnan lýsir, tá eg síggi barn
C/G Dm/G C
í krubbu er so mikið meir.
Er gávurokið blivið jólaboðið
og fyltir búkar, ljósketur eg skoði.
Man verðin og familjan binda frið,
ein vápnahvíld, ið jól tey koma við.
Nei, jólastjørnan lýsir, tá eg síggi barn
í krubbu er so mikið meir.
Er stjørnan einans prýði hátt á træi,
og man eg vísa rætta hjartalagið?
Man Guð nú birta ljósið gjøgnum meg,
og lata sína stjørnu vísa veg?
Ja, jólastjørnan lýsir, tá eg síggi barn
í krubbu er so mikið meir.
Yrkjari: Svend Erik Pedersen, Lag: Peter Sander Andersen Umsett: Jütta G. Reynslág í nov. 2021