G D G G/B
1. Hví skal eg nú syrgja? Ein vin eigi eg,
C D G
á hjarta hann ber mína neyð.
G D G G/B
Tann vinur er Jesus, og hann elskar meg,
C D G
hann elskar í lívið og deyð.
D G
Hann gongur við lið mína, leiðir meg fram,
D
hann verður ei troyttur sum eg.
G D G G/B
Við deyða á krossi hann lívið mær vann,
C D G
hann svíkur ei, svíkur ei meg.
2. Hann meg hevur kjósað til brúður hjá sær,
og hettar av náði bert er.
Hann sleppir mær ikki - tað lyftið hann gav -
so leigni sum eg ferðist her.
3. Ei helheimsins máttur kann ilt gera mær,
tí Ísraels Gud er mín borg.
Hann skal meg varðveita og føra meg har,
ið ikki er grátur og sorg.
4. So ferðist eg glaður mót himmalsins strond,
um bylgjurnar enn bróta hátt,
tí báturin stýrist av frelsarans hond,
á degi so væl sum á nátt.
Yrkjari: Nils Frykman
Umsett: Ókendur
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir