Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hoyr, tú máttleysa sál (nr. 310)

F                  B         F
Hoyr, tú máttleysa sál á tí friðleysu leið:
          G7       C
Jesus tær ei sigur nei!
      F                     B           F
Og tú sál, sum í trúnni enn hvíla kanst ei:
          C7       F
Jesus tær ei sigur nei!

             F7     B          F
	Nei, nei so sigur hann ei;
                  G7       C
	Jesus tær ei sigur nei.
                F     
	Kom til hansara bert!
                B         F
	Kom nú, so sum tú ert!
                   C7        F
	Aldri hann sigur tær nei!

2. Hoyr, tú sál, sum í iðran til Gud vendir tær:
Jesus tær ei sigur nei!
Ongan syndara koyrir hann burtur frá sær;
Jesus tær ei sigur nei!

3. Hoyr, tú sál, sum so tyngd er av synd 
og av neyð:
Jesus tær ei sigur nei.
Fyri teg, mødda sál, leið hann pínslu og deyð’;
Jesus tær ei sigur nei!

4. Kom tú blindi og lamni, ja kom, sum tú ert:
Jesus tær ei sigur nei!
Kom til hansara, kom nú við byrðunum bert!
Jesus tær ei sigur nei!

            
Yrkjari: Norskur.
Umsett: Petur J. Sigvardsen 1978



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-