Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hoyr nú hann, ið akurskurin eigur

    G                           C
1. Hoyr nú hann, ið akurskurðin eigur:
   Am         D7          G   D7
"Hvør vil vera ørindreki mín?"
G                              C     Am
Markin hvít og búgvin er til skurðar,
   G/D         A7   D7      G
farið hvør og vinnið næsta sín!

           A7    D
Tala Gud, tala Gud!
  D7                           G
Frostið hart úr hjarta mínum bræð!
           B7/F# Am
Tala Gud, tala Gud!
     G/D        C    D7      G
Eg tær svari: Send nú meg avstað!

2. Fyri ásjón Guds Jesaja stendur,
óreinan og veikan kennir seg;
leiddur av Guds Anda tá sær vendir
móti Himli: "Harri, send tú meg!"

3. Milliónir Jesus burtur mistu
liva uttan frelsu, uttan Gud.
Skunda tær og leita upp tey listu!
Ber teim lívsins størsta ognarlut!

4. Um eitt lítið bil er heystið farið,
bønarmenn um trónu savna seg,
Harrans "vælgjørt" skal til nógvar ljóða.
Jesus, lat ta heilsan galda meg!

            
Yrkjari: Georg Bennard & Otto Witt
Umsett: John S. Petersen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-