1. Hoyr, Guds einglar syngja hátt;
Heiður veri himnadrott.
Frið á jørð, Guds miskunn blíð,
syndarin nú lut fær í.
Hvør ein tjóð til reiðar ver,
sigursong við einglum ber!
Syng tað út til hjartað møtt:
Oss eitt lítið barn er føtt!
Hoyr, Guds einglar syngja hátt:
Heiður veri himnadrott!
2. Hægstu himnar heiðar hann,
ljós av ljósi, nevnast kann,
vegur hans at foldum bar,
fátæk móðir hansar' var.
Klætt í hold meg Gud nú sær.
Jesus-navnið signing fær,
at tú hetta klæddi væl,
Jesus, vár Immanuel!
Hoyr, Guds einglar syngja hátt:
Heiður veri hinadrott
3. Prís tær og tín tignarstól,
prís tær bjarta rættferð' sól,
lív og ljós tú við tær ber,
heilsubót til heimin her.
Milt tú gisti moy og mann
føddist og so deyðan vann,
so hin arma Ádamsætt
ognast skal tín barnarætt.
Hoyr, Guds einglar syngja hátt:
Heiður veri himnadrott.
Yrkjari: Charles Wesley
Umsett: Leif Hansen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir