Sangir og akkordir

845 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Hjá einglum vil eg vera (nr 588)

1. Hjá einglum vil eg vera
Og for Guds trónu stá;
Har skal eg krúnu bera
Og hørpu leika á.
Har gleðisangir ljóða
Í dýrdum himni á,
Sum prís til drottin góða
For allan kærleika.

2. Eg veikan veit meg vera,
Tað er so satt og vist,
Bert náðin meg kann bera
Heim til mín Harra Krist;
Men tá í trúgv eg biði
Um hjálp á lívsins veg,
Brátt sæst ein Jákups stigi,
- har frelstur gangi eg.

3. Mong børn nú eru heima,
Tey síggja, Jesus, teg;
O, lat meg aldri gloyma,
At høgt tú elskar meg;
Tú dýrt tað mátti rinda,
Tú doyði fyri meg;-
Sjálvt um eg hevði syndað,
Læt himin opna seg!

4. Á síðsta náttartíma
Tá deyðin boð mær ber;
Tá sorgarskuggar rýma,
Mín sál hjá Gudi er.
Har krúnu eg skal bera
Og hørpu leika á.
Hjá einglum vil eg vera,
Lat meg tín himmal ná!

            
Yrkjari: Sydney Gill
Umsett: Petur J. Sigvardsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-