1. Hjarta, frø teg, ver ei bangið
Nær og fjart
Undurbart,
Ljóm av einglasangi;
Hoyr tað, fagrir tónar røða,
Ljóða so
Himnaboð:
Kristus læt seg føða!
2. Gud, vár faðir, gav í náði
Okkum drott
Jólanátt
Eftir sínum ráði
Til at frelsa oss úr neyðum,
Kom á fold
Blóð og hold,
Sterkari enn deyðin.
3. Ganga tit á trongum vegi,
Gevið ljóð:
Her er tó
Hurð til sanna gleði;
Og í høllum innanveggja
Uggist við
Slíkan frið,
Sorg ei kann oyðileggja!
4. Ert tú armur, illa farin,
Inn bert stíg,
Legg ei í
Gud er aldri sparin;
Hann upp goymslu hevur laðað,
Hon er full,
Dýrdargull,
Sum kann hjørtu gleða.
5. Latum okkum til hans fata,
Mong og fá,
Stór og smá
Øll í sama skara!
Eingin torir mótfall vísa,
Jesu navn
Fyri stavn
Vil á vegnum lýsa.
6. Prísið øll í orð’ og talu
Guds orð teim, sum í heim
Góvu lív og sælu!
Afturljóð - teir tónar frøa -
Eingil kvað
Jólalag:
Kristus læt seg føða!
Yrkjari: Paul Gerhardt 1653. Carl J. Brandt 1878
Umsett: Bjarni Skaalum
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir